Innanlands

Polarstjørnan fer væntandi aftur til fiskiskap innan ein mánaða

Tað sigur Hanus Hansen við Kringvarpið. Línuskipið er komið á rættkjøl aftur og skal skjótt sigla til Havnar

Frá Klaksvíkar Sleipistøð til MEST í Havn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá Klaksvíkar Sleipistøð til MEST í Havn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-25 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. desember koppaði Polarstjørnan, tá hon skuldi á beding hjá Klaksvíkar Sleipistøð. 

Sí eisini: Myndir: Polarstjornan koppaði á sleipistøðini

Eingin fólkaskaði var vegna hendingina, men skipið fekk ávísan skaða, og tað var ikki heilt einfalt at fáa Polarstjørnuna upp aftur.

Eftir drúgva bíðitíð kom Polarstjørnan á rættkjøl aftur í síðstu viku. Kringvarpið skrivar, at nú verður bíðað eftir betri veðri, so línuskipið frá 1970 kann fara á sjógv aftur.

Polarstjørnan skal eftir ætlan sigla til Havnar seinni hesi í vikuni. Skipið skal takast upp á beding hjá MEST. 

Har skal ymiskt gera við skipið, sum JFK eigur. Hanus Hansen, reiðari, sigur við Kringvarpið, at tað væntandi ganga 3-4 vikur afturat, áðrenn skipið kann fara aftur til fiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder