Innanlands

Finnur Fríði siglir heim at landa

Finnur Fríði setti í gjár kós móti Fuglafirði við 2.900 tonsum av svartkjafti

Finnur Fríði á svartkjaftafeltinum vestanfyri Írland (Mynd: EMS Photo)

Finnur Fríði á svartkjaftafeltinum vestanfyri Írland (Mynd: EMS Photo)

2025-02-26 07:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði setti í gjár kós móti Fuglafirði, har skipið skal landa svartkjaft.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Veðrið hevur verið vánaligt, og tað hevur darvað fiskiskapin nógv, verður upplýst.

Finnur Fríði skal landa veiðuna til Havsbrún har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder