Innanlands

Dennis Holm handlaði í heimildarloysi

Landsstýrismálanevndin hevur í dag kunngjørt niðurstøðu sína um klaguna frá Árna Skaale

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-26 15:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dennis Holm hevði ikki heimild til at útluta fiskiskapin eftir svartkjafti í 2024 við at broyta kunngerðina, sum skipar fiskiskapin.

Hesa niðurstøðu er landsstýrismálanevndin í løgtinginum komin fram til eftir drúgva viðgerð. Og niðurstøðan er kunnað landsstýrismanninum og almannakunngjørd í dag.

Tað var Árni Skaale, løgtingsmaður, sum í mai mánaði 2024 sendi klagu til landsstýrismálanevndina um málið.

Landsstýrismálanevndin hevur síðan fingið ein uttanhýsis løgfrøðing, Kristinu Samuelsen, advokat, til at kanna málið. Advokaturin lat nevndini frágreiðing sína beint fyri jól.

Eftir at landsstýrismaðurin sjálvur hevur fingið høvi til at gera viðmerking til fyribils niðurstøðuna hja nevndini, hevur nevndin í dag staðfest, at hon tekur undir við niðurstøðuni hjá advokatinum, sum sigur, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimildina.

Men nevndin staðfestir eisini, at landsstýrismaðurin ikki gjørdi hetta av politiskum áhuga, men at hann gjørdi tað eftir ráðgeving frá sínum egnu embætisfólkum.

Landsstýrismaðurin hevur svarað nevndini, at hann ikki er samdur í niðurstøðuni.

Í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani, vildi Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, ikki úttala seg um, hvørja avleiðing hetta skal fáa fyri landsstýrismannin.

- Tað má vera upp til løgtingið, segði hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder