Innanlands

Sjómanskvinnuringarnir hittust í Skopun

Tað er stimbrandi at hittast, hoyra Guds orð, hoyra frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini, biðja fyri tí og at hugna sær saman

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-03-01 19:52 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í mong ár hevur siðvenjan verið, at eitt kvøld hvønn vetur hava sjómanskvinnuringarnir í Sandoynni savnast. Hesaferð høvdu kvinnurnar í Missiónshúsinum í Skopun bjóða ringunum til hugnakvøld.

Tað er stimbrandi at hittast, hoyra Guds orð, hoyra frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini, biðja fyri tí og at hugna sær saman. Kvinnurnar í Skopun vóru blíðar, tí á borðinum var bæði smyrjibreyð, bollar og fleiri sløg av køkum.

Á skránni var sangur og góður nátturðabiti. So hevði Torleif Johannesen bøn, Guds orð, kunnan frá arbeiðinum og frágreiðing frá sjólívinum í orðum og myndum. So var aftur drekkamunnur við køkum afturvið, áðrenn enda var við Guds orði og bøn.

Sangurin rungaði við undirspælið frá Jógvani og Peturi.

Høvi var at geva gávu til Sjómansmissiónina.

Takk fyri eitt gott kvøld. Gud signi kvinnurnar, Sjómansmissiónina og sjófólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder