Innanlands

Hvítanes farin til fiskiskap

Hvítanes er nú farin at gera eitt hál undir Føroyum og síðani fer skipið til fiskiskap við Svalbard

Hvítanes loysti av Havnini í gjárkvøldið (Mynd: Thor)

Hvítanes loysti av Havnini í gjárkvøldið (Mynd: Thor)

2025-03-12 07:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin Hvítanes, sum Thor í Hósvík hevur keypt, loysti av Havnini í gjárkvøldið.

- Hvítanes fer fyrst at gera eitt hál undir Føroyum, og eyndast tað væl so fer skipið til Svalbard á rækjuveiðu, sigur Hans Andrias Keldurberg, reiðari, við fiskur.fo.

Tað eru umleið tríggjar vikur síðani at Hvítanes kom aftur undir føroysk flagg, og í hesum sambandi er ymsikt gjørt við skipið sigur reiðarin.

- Hvítanes hevur verið í dokkini hjá Mest á Skála, har vit hava gjørt botnsýn og onnur krøv sum skipið skal lýka fyri at koma undir føroysk flagg, sigur Hans Andrias Kelduberg víðari. 

Eisini hevur skipið fingið nýggjan trolútgerð umborð.

Við Hvítanes nú skipið hevur loyst eru 17 mans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder