
Partrolararnir Stelkur og Bakur eru komnir inn við 300.000 pundum, sum skulu landast til Faroe Origin.
Stelkur og Bakur hava verið til fiskiskap eystanfyri Føroya og nógv tað mesta av veiðuni var upsi.
Seinastu tíðina hevur upsafiskiskapurin verið heldur slakur, av tí at veðrið hevur verið so vánaligt, men nú bragdaði hjá parinum.
Stelkur og Bakur fara aftur til fiskiskap tá ið teir hava landað og proviantera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald