Innanlands

Borgarin skal landa í Fuglafirði

Borgarin skal landa 780 tons av svartkjafti til Havsbrún

2025-03-28 07:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð í nátt, har skipið skal landa svartkjaft.

Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Tað at fiskiskapurin eftir svartkjafti er smáligur er ikki óvanligt hesa tíðina, og svartkjaftafiskiskapurin plagar at taka seg upp aftur fyrst í apríl.

Vit tosaðu við skiparan Kristian Dam í gjárkvøldið, sum segði at hóast fiskiskapurin hevur verið smáligur, so verður helst farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi tá ið liðugt er at landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder