
Uppsjóvarskipið Høgaberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Høgaberg hevur fiskað 3.510 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað til Havsbrún, og Høgaberg fer aftur á svartkjaft tá ið liðugt er at landa.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Greinin er rættað: 1/5-25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald