placeholder
Innanlands

Finnur Fríði landar 2300 tons í Fuglafirði

Finnur Fríði slapp framat tá ið Borgarin varð liðugur at landa

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-15 19:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið byrjaði at landa seinnapartin í gjár.

Finnur Fríði hevur 2300 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Upplýst verður at teir hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og at teir fara aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.

Tá ið Finnur Fríði hevur landað, skal Arctic Voyager landa svartkjaft til Havsbrún.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder