
Felagið Navigare í Søldafirði seldi fyri stuttum farmaskipið Hav Sand, og nú hevur reiðaríið keypt eitt nýggjari og størri skip fyri Hav Sand.
- Vit valdu at selja Hav Sand, sum hevur verið í reiðarínum í nógv ár, og tænt okkum væl, men vit máttu innsíggja at tíðin er farin frá skipinum tá ið talan er um okkara tørv. Vit fingu eitt gott boð og valdu tí at selja, sigur Álvur Højgaard, reiðari.
Navigare keypti Hav Sand í 2011, og stytti síðani skipið hjá Mest í Havn umframt at skipið eisini bleiv bygt um til sjálvlossara, og síðani hevur skipið verið í fastari sigling hjá felagnum.
Í sambandi við at Navigare seldi Hav Sand av landinum, so hevur felagið nú leitað eftir einum hóskandi avloysaraskipi, sum felagið nú hevur keypt.
Talan er um finska farmaskipið Helene VG, sum tó hevur heimstað í Limasol. Skipið er 86 metrar langt, og knappar 13 metrar breitt, og er so at siga systurskip hjá Hav Aldu, sum Navigare eisini eigur, tó er nýggja skipið eitt vet longri.
Álvur Højgaard, reiðari, ynskir ikki at upplýsa keypsprísin á skipinum, men sigur at teir eru vælnøgdir við handilin.
Hann leggur aftrat, at skipið verður yvirtikið síðst í mai og tá skal skipið umbyggjast til sjálvlossara og málast soleiðis at tað fær litirnir, sum Navigare brúkar til síni skip.
Nýggi Hav Sand verður eftir ætlan klárt til at fara í sigling í juli mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald