Innanlands

Skipini fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi

Okkurt svartkjaftaskip hevur landað uttanlanda, men flestu skipini hava landað í Fuglafirði

Hoyvík - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Hoyvík - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-04-22 21:03 Author image
Kiran Jóanesarson

Svartkjaftafiskiskapurin hevur rættuliga tikið seg upp í føroyskum sjógvi.

Arctic Voyager landaði um vikuskiftið 1700 tons av svartkjafti í Fuglafirði, tá ið teir vóru lidnir slapp Hoyvík framat, sum hevði 2500 tons. 

Hoyvík kom á Havnina, har teir bíðaðu eftir landingartørni.

Tá ið Hoyvík hevði landað, slapp Norðingur framat at landa hjá Havsbrún, har teir skulu landa 1900 tons.

Tá ið Norðingur hevur landað sleppur grønlendska verksmiðjuskipið Tasilaq framat.

Christian í Grótinum landaði í síðstu viku fulla last av svartkjafti í Íslandi, og í løtuni landar Finnur Fríði 2000 tons av svartkjafti í Killybegs í Írlandi.