Innanlands

Enniberg fiskað kvoturnar fyri í ár

Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina mikudagin við umleið 350 tonsum

Enniberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Enniberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-12-05 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina mikudagin, har skipið skuldi landa.

Enniberg hevur verið til fiskiskap í Eystur- og Vesturgrønlandi hendan turin, og hevði 350 tons av svartkalva við til lands.

Enniberg fór av Havnini 23. september og við hendan túrin vóru 24 mans. Skipari var Karl Danielsen.

Enniberg hevur nú fiskað kvoturnar fyri í ár, og fer aftur til fiskiskap eftir jól.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder