Innanlands

Tummas T og Vestmenningur landa á Tvøroyri

Uppsjóvarskipini Tummas T og Vestmenningur eru komin inn við sild til Varðan Pelagic

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-12-08 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppsjóvarskipini Tummas T og Vestmenningur hava bæði fiskað sild í íslendskum sjógvi.

Tummas T landaði fyrst, og kom inn við 500 tonsum av sild, og kvotan er nú fiskað fyri í ár, og skipið fer nú á Runavík at liggja til tað fer aftur til fiskiskap.

Vestmenningur er komin inn við 600 tonsum, sum skipið eisini hevur fiskað í íslendskum sjógvi.

Føroysku skipini hava góðan fiskiskap í løtuni, og sildin verður landað til matna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder