Innanlands

Akraberg siglir heim við 350 tonsum av rækjum

Akraberg hevur fiskað rækjur í russiskum sjógvi, og í Smoguni

Mynd: Atli Hansen

Mynd: Atli Hansen

2019-05-13 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur sett kós móti Føroym, har teir skulu landa.

Upplýst verður, at teir hava 350 tons av rækjum, og at teir væntandi vera í Føroyum mikudagin.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, og tað er eisini tí teir hava sett kósina móti Føroyum.

Akraberg, sum vanliga fiskar tosk, og annan botnfisk í Barentshavinum, hevur eina rækjukvotu, sum teir eisini plaga at fiska.

Enniberg, sum eisini er ein av Barentshavstrolarunum, sum fiskar botnfisk, fer ein av komandi døgunum á rækjuveiðu.

Reiðaríið aftanfyri Enniberg hevur keypt P/f Havborg, og eigur tí kvoturnar, sum hoyrdu til felagið eftir, at felagið seldi rækjutrolaran við sama navnið til Russlands. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder