Innanlands

- Eg góðtaki tað ikki

Tað er samanleggingin av Vónin Aquaculture, Mørenot Aquaculture og Fiizk Protection, sum er orsøkin til, at Hjalmar Petersen hevur valt at gevast sum stjóri í Vónini, sigur hann

Hjalmar Petersen fer frá sum stjóri á Vónini næsta ár (Mynd: Vónin)

Hjalmar Petersen fer frá sum stjóri á Vónini næsta ár (Mynd: Vónin)

2025-12-13 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni bórust tíðindini um, at Vónin Aquaculture, Mørenot Aquaculture og Fiizk Protection samlaðar í eitt felag, sum fær navnið Eldi, og tað er hendan samanleggingin, sum er orsøkin til, at Vónin fær nýggjan stjóra næsta ár.

Tað segði Hjalmar Petersen, fráfarandi stjóri í Vónini í sendingini Vikan hjá Kringvarpinum í morgun.

- Eg fari ikki frá, tí eg eri vorðin 69 ára gamal (...) men eg eri ikki nøgdur við mátan, sum eigararnir skipa felagið frameftir, segði hann m.a.

- Eg góðtaki tað ikki, fyri at siga tað beint sum tað er.

Vónin heldur fram sum hon er í dag í Føroyum, men tann parturin av virkseminum hjá Vónini, sum arbeiðir beinleiðis við alivinnuni - sum sambært stjóranum er um 40 prosent - fer nú undir Eldi.

Les eisini: Signar Poulsen stjóri á nýggju fyritøkuni Eldi Føroyar

Vónin boðaði frá stjóraskiftinum síðst í november. Boðað varð frá, at núverandi fíggjarstjórin, Daniel Hákunsson Dam yvirtekur stjórastarvið 1. mars næsta ár.

Les eisini: Daniel Hákunsson Dam verður nýggjur stjóri á Vónini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder