Reiðaríiðini Ango og Varðin kunnu yvirtaka virksemið hjá Vørustýggja, sum eigur Eysturbúgvan.
Tað skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu síni.
Kappingareftirlitið hevur góðkent at Sp/f Ango yvirtekur veiðurættindi hjá P/f Vørustíggja at fiska 812 tons av makrel og 339 tons av sild.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/12/890x590/1744471301eelibukktm.webp)
Sp/f Ango rekur uppsjóvarskipið MS Ango - Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Kappingareftirlitið hevur góðkent at P/f Varðin, umvegis dótturfeløgini P/f Gulenni og P/f Skipafelagið 1, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum og fiskiloyvi til gullaks frá P/f Vørustíggi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/09/16/890x590/tummas-t2.jpg)
P/f Gullenni eigur uppsjóvarskipið Tummas T, sum nú yvirtekur gulllaksakvotuna hjá Eysturbúgvanum - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
P/f Gulenni, ið rekur uppsjóvarskipið Tummas T, yvirtekur gullaksakvotuna, meðan P/f Skipafelagið, ið rekur MS Heyk og MS Stelk, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum til botntrol.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald