- Arbeiðið hevur tikið langa tíð, men nú er Suðurvarði so komin aftur til Føroya, men er ikki heilt klárur til fiskiskap enn, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Suðurvari kom til Føroya aftur í dag.
Felagið O.C Joensen á Oyri eigur garnaskipið, sum kemur í vinnuna fyri Nim, sum bleiv upphøgdur fyri nøkrum árum síðani.
- Nú skal skal øll brúgvin og ein partur av apteringini gerast, og hetta tekur væntandi ein mánað at gera, og so fer skipið til fiskiskap, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Suðurvarði kom á Skála seinnapartin, har skipið verður liggjandi til arbeiðið er liðugt. Tað er Kári Johannusen, sum stendur fyri arbeiðnum á Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald