Innanlands

Havstovan søkir eftir nótaskipi at gera rannsóknir

Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-05-15 17:34 Author image
Ari av Rana

Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verða fíggjaðar við granskingarkvotu.

Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota, skrivar Havstovan.

Freistin at søkja er mikudagin 29. mai 2019. Sí lýsingina her.