2026-01-28 10:05
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna fór í vikuskiftinum at sigla til Danmarkar, har skipið skal landa.
Katrin Jóhanna hevur fiskað sild norðaliga í norskum sjógvi, har hini føroysku uppsjóvarskipini eisini fiska, og tí er leiðin drúgv at sigla til Skagen í Danmark.
Veiðan hjá Katrin Jóhonnu skal landast til FF Skagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald