Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu sett fyri heitasta dag. Árið 2025 er sostatt tað heitasta vit vita um á Landgrunninum, síðan mátingarnar byrjaðu í 1914.
Hetta vísa mátingar, sum Havstovan regluliga ger við Oyrargjógv og Skopun. Umframt hesar mátingar eru eisini eldri mátingar frá Mykinesi, sum blivu gjørdar í tíðarskeiðnum 1914-1969. Í hesum tíðarskeiðnum var hitin so at siga javnt vaksandi fram til umleið 1960. Eftir hetta kólnaði tað aftur.
Tað vísa skotskar mátingar eisini, sum eru gjørdar eystanfyri síðani 1950. Í 1991 byrjaði Havstovan at máta hitan í sjónum við Oyrargjógv. Hesar mátingar vísa, at hitin vaks nógv beint eftir aldarskiftið, og at sjógvurin bleiv met heitur í 2003.
![]()
Síðani hevur hitin skift eitt sindur, men yvirhøvur verið rættuliga høgur. Nú hevur hitin gjørt eitt stórt lop, soleiðis at 2025 bleiv væl heitari enn 2003.
Ikki óvæntað, so blivu bæði mánaðarlig met og daglig met eisini sett í 2025. Við Oyrargjógv vóru níggju mánaðir met heitir: Hetta vóru mánaðirnir frá mars til oktobur og desembur (Talva 1). Metini í januar, februar og novembur eru frá ávikavist 2003, 2006 og 2009, men novembur 2025 er ikki langt frá metinum.
Fyri daglig hitamet eigur árið 2025 heitasta dag í seks ymsum mánaðum. Teirra millum er 11. septembur 2025, sum við 11,70 °C er heitasti dagur vit vita um, mátaður við Oyrargjógv. Heitasti dagur við Skopun var 11,64°C mátaður tann 7. septembur 2025.
Meiri er at lesa um hesi met, eins og kaldastu dagar og mánaðir her.
Globalur vatnskorpuhiti
Av tí at sjógvurin við Oyrargjógv og Skopun er so væl blandaður av sjóvarfalli, kunnu hesar mátingar sigast at umboða vatnskorpuhita.
Vatnskorpuhiti um øll heimshøvini verður í dag mátaður frá fylgisveini. Hesar mátingar vísa, at árið 2024 var met heitt, meðan árini 2023 og 2025 eru ávikavist tey næst- og triðheitastu árini.
Sambært frágreiðing hjá Copernicus vóru stór øki í landnyrðingspartinum av Atlantshavi met heit í 2025. Har ímillum er alt økið millum Ísland og Skotland, íroknað føroyska landgrunnin, umframt havleiðirnar fram við Noreg. Helst eru tvær høvuðsorsøkir til, at hesar leiðir vóru so heitar í 2025. Tað eru globala upphitingin og ein veikur subpolarur meldur.
Bogi Hansen hevði á Vísindavøku 2025 eina framløgu um upphiting av føroyskum havøki. Kringvarpið vísir framløguna í sjónvarpinum í kvøld kl. 19.30. Framløgan kann eisini síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald