2026-01-27 23:32
Uppsjóvarskipið Norðingur er í kvøld komið á Kollafjørð, har skipið skal landa makrel.
Norðingur hevur fiskað í hetlendskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Tá ið Norðingur kom á Kollafjørð landaði danska uppsjóvarskipið Asbjørn umleið 600 tons av makreli, og tí má Norðingur bíða til Asbjørn hevur landað.
Asbjørn hevur eisini fiskað í hetlendskum sjógvi hendan túrin.
Seinastu árini hava fáar landingar verið hjá Pelagos í Kollafirði, men av og á koma skip á Kollafjørð at landa uppsjóvarfisk til matna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald