Føroyar eru aftur millum flaggstatirnar, sum røkka hægstu úrslitum í ‘Flag State Performance Table 2025/2026’, sum International Chamber of Shipping (ICS) júst hevur almannakunngjørt.
Tað skrivar Sjóvinnustýrið.
Frágreiðingin byggir á dátur frá altjóða viðurkendum stovnum, m.a. IMO, Paris MoU og Tokyo MoU, og metir um, hvussu flaggstatir megna at liva upp til altjóða krøv innan trygd, umhvørvisvernd og arbeiðsviðurskifti á sjónum.
Úrslitini vísa, at Føroyar liva væl upp til altjóða standardir á maritima økinum.
Metingin fevnir m.a. um:
- Úrslit frá havnastatseftirliti – Port State Control
- Samtykt og íverksetan av týdningarmiklum IMO- og ILO-sáttmálum
- Miðalaldur á skipum
- Fráboðanir og rapportering til altjóða stovnar
- Luttøku í altjóða audit-skipanum
Góð viðurkenning av føroyska flagginum
Góða úrslitið er eitt týðandi góðskustempul fyri føroyska flaggið og vísir, at Føroyar verða mettar sum ein álítandi og ábyrgdarfullur flaggstatur í altjóða shipping-vinnuni.
Við hesi meting eru Føroyar í sama bólki sum stórir og viðurkendir flaggstatir sum t.d. Danmark, Singapore, Noreg, Hong kong og Stóra Bretland.
Flag State Performance Table hjá ICS verður nógv nýtt í altjóða shipping-vinnuni sum eitt mát fyri góðsku og trúvirði hjá flaggstøðum. Ein sterk støða á listanum kann tí hava jaliga ávirkan á bæði umdømi og kappingarførleika. Listin kemur út árliga, og hetta er ikki fyrstu ferð, Føroyar fáa so góða meting.
Les alla frágreiðingina Flag State Performance Table 2025/2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald