Innanlands

Christian í Grótinum tók metið hjá Gøtunes

Christian í Grótinum hevur júst landað beint omanfyri 2.700 tons av sild til Pelagos, sum er beint omanfyri tað, sum Gøtunes landaði í síðstu viku til Varðan Pelagic

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-31 16:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Christian í Grótinum hevur landað størstu lastina av sild til matna, sum Pelagos hevur tikið ímóti og hevur tikið metið hjá Gøtunes, sum landaði beint undir 2.700 tons til Varðan Pelagic í síðstu viku. 

Talan er um bruttotøl.

Christian í Grótinum hevur fiskað sild í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin. 

Christian í Grótinum fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa, og tá fór skipið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder