Fýra føroysk uppsjóvarskip hava fingið tillutað kvotu eftir lodnu í íslendskum sjógvi.
Uppsjóvarskipini Høgaberg, Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið tillutað kvotu eftir lodnu í íelendskum sjógvi í ár.
Størstu kvotuna eigur Høgaberg, sum hevur 440 tons, meðan hini trý skipini, sum Varðin í Gøtu eigur, hava fingið 293 tons av lodnu í part.
Samlaða føroyska lodnukvotan verður 9.446 í ár.
Upprunaliga bleiv føroyska kvotan einans 1.760 tons, men av tí at munandi meira lodna bleiv funnin, gjørdist føroyska kvotan eisini munandi hægri eftir at íslendarar hækkaðu kvotuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald