Innanlands

Thor økir um flotan

Reiðaríið Thor hevur keypt norska frystiskipið Nord Vista

Thor hevur keypt norska skipið Nord Vista, sum fær heimstað í Føroyum (Mynd: Frode Adolfsen)

Thor hevur keypt norska skipið Nord Vista, sum fær heimstað í Føroyum (Mynd: Frode Adolfsen)

2026-02-10 20:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Thor økir nú um flotan við einum frystiskipið, sum er útgjørt til at fiska goggur og krabba.

Thor hevur keypt norska frystiskipið Nord Vista, sum kemur í føroyska flotan, verður upplýst av reiðarínum. Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa søluprísin, men sigur at teir eru nøgdir við avtaluna.

Thor arbeiðir í løtuni við nøkrum verkætlanum fyri skipið, sum ikki skiftir navn, men verður skrásett í Føroyum.

Nord Vista er bygt í 1989 á Fiskestrand Værft í Noregi. Skipið er 38,1 metrar langt og 8,5 metrar breitt.

Høvðusmotorurin er ein Alpha Diesel 6L23/30.DKV við 1.100 hestakreftum, og pláss er fyri einum manningartalið á 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder