Innanlands

Christian í Grótinum skal landa lodnu í Fuglafirði

Christian í Grótinum skal landa 1.280 tons av lodnu til Pelagos

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-14 12:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa lodnu.

Christian í Grótinum hevur verið á nótaveiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og við til lands hevur skipið 1.280 tons, sum skal landast til Pelagos.

Í løtuni landar grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq umleið1.000 tons, og teir verða lidnir seint í kvøld, síðani sleppur Christian í Grótinum framat at landa.

Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, verður farið aftur á lodnuveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder