- Við føroyskum skipum er manningin meiri ein eind, sum samstarvar um uppgávurnar, enn við útlendskum skipum. Harafturat eta yvirmenninir saman við restini av manningini, tað er eitt vinalag og menn kenna seg nærum á sama støði, hóast nakrir eru yvirmenn og nakrir eru dekkarar og kokkur, sigur Jonathan.
Tá sjómanstrúboðarin herfyri vitjaði umborð á Vón Feeder, hjá reiðarínum Sandship í Fuglafirði, hitti hann Jonathan F. Bucao, sum er frá Filipsoyggjunum, og er kokkur umborð.
Jonathan hevur drúgvar royndir sum kokkur, og segði stutt frá síni mongu árum á sjónum:
- Eg fór til skips sum 19 ára gamal, og havi siglt sum kokkur síðani. Eg havi siglt við skipum úr Korea, Japan, Turkalandi, Grikkalandi, Týsklandi og síðstu seks árini við skipum hjá Sandship.
- Við útlendsku skipunum vóru menn úr nógvum ymiskum londum, og tí kann eg óivað siga, at eg havi verið partur av eini altjóða manning í mong ár, sigur hann.
- Hvar hevur tú trivist best?
- Tá eg skal svara tí spurninginum, so heldur óivað onkur at eg reypi ella smikri, men tað geri eg ikki. Mær hevur dámt best at siglt við føroyskum skipum og við føroyskum yvirmonnum.
- Er munur á føroyskum og útlendskum yvirmonnum?
- Ja. Føroyingarnir eru friðarligir, jaligir og lítillátnir, hóast teir eru yvirmenn og hava vald og ábyrgd. Útlendskir yvirmenn rópa og erpa sær av at vera yvirmenn og nærum síggja niður á hinar av manningini. Tað gera føroyingar ikki.
- Við føroyskum skipum er manningin meiri ein eind, sum samstarvar um uppgávurnar, enn við útlendskum skipum. Harafturat eta yvirmenninir saman við restini av manningini, tað er eitt vinalag og menn kenna seg nærum á sama støði, hóast nakrir eru yvirmenn og nakrir eru dekkarar og kokkur, sigur Jonathan.
- Eg havi trivist sera væl umborð á skipum hjá Sandship. Tí vóni eg at kunna sigla nøkur ár afturat, til børnini eru undan komin. Arbeið og frítíð er væl skipað, inntøkan er góð og serliga í mun til inntøkurnar á Filipsoyggjum. Tí hava vit tað gott í familjuni, sigur hann.
- Eg komi frá fátækari familju. Longu sum drongur droymdi eg um og bað til Guds um, at hann skuldi signa og varðveita meg inn hjá sær. Gud hevur hoyrt bønir mínar, hevur varðveitt meg í trúnni, hevur signað meg, so eg nú kann signa onnur við tí signing eg eri signaður við. Tað er bæði stórt, gott og neyðugt, sigur Jonathan F. Bucao.
Teimum umborð á Vón Feeder og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald