Innanlands

Fýra línuskip landað í Kollafirði

Jógvan I, Stapin, Vesturhavið og Kambur hava øll landað í Kollafirði í vikuni

Jóagvan I (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jóagvan I (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-20 12:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í Kollafirði hava fýra línuskip landað hesa vikuna, sum hava roynt undir Føroyum.

Jógvan I landaði 150 tons, Stapin landaði 180 tons, Vesturhavið 220 tons og Kambur 220 tons.

[object Object]

Stapin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Nógv tað mesta av veiðuni var toskur og hýsa, umframt at nakað av brosmu og longu eisini var í.

[object Object]

Vesturhavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jógvan I, Stapin og Vesturhavið eru øll farin aftur til fiskiskap, og eru farin at fiska undir Íslandi. Kambur liggur framvegis á Kollafirði.

Øll fýra línuskipini eru frystilínuskip, har veiðan verður fryst umborð.

[object Object]

Kambur (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder