Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um Fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.
Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 27. mars 2026, og byrjar kl. 08.30 við kaffi og onkrum undir tonnina.
Kl. 09.05 fer Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, at seta framløgudagin.
Síðani verður stutt greitt frá Fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.
Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026 klokkan 16:00.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald