Hetlendska uppsjóvarskipið Serene loysti seinnapartin í gjár, og sett kós móti norskum sjógvi, har skipið skal fiska sína seinastu last undir hetlendskum flaggi.
Serene er seld til Føroya, og kemur í føroyska flotan 1. mars, og fær tá navnið Fagraberg og skal avloysa núverandi Fagraberg, sum skal seljast.
Núverandi Fagraberg er givin við fiskiskapinum, og útgerð o.a er tikið í land, og skipið lagt á Søldarfjørð.
Nýggi Fagraberg er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í 2018, og er 82 metrar langur og 17,2 metrar breiður.
Skipið hevur ein MAN høvðusmotor við umleið 10.000 hestum.
Serene er ikki útgjørt at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski., og fer tí ikki at fiska lodnu, og tí verður tað Høgaberg, sum kemur at fiska lodnukvotuna hjá Framherja.
Framherji yvirtekur nýggja Fagraberg í Skagen um eina viku, men áðrenn skipið kemur til Føroya, skal ymiskt gerast umborð og væntar reiðaríið at hetta tekur góðar 14 dagar. Framherji hevur keypt Serene fyri 250 milliónir krónur.
Myndirnar tók hetlendski myndamaðurin Ivan Reid, sum eisini hevur givið Fiskur.fo loyvi at brúka tær til hesa greinina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald