Hetlendska uppsjóvarskipið Serene landar í løtuni umleið 2.000 tons av sild í Noregi, hetta er samstundis seinasta lastin skipið landar undir hetlendskum flaggi.
Tá ið Serene hevur landað, verður kósin sett móti Hetlandi, har útgerð, og annað skal í land.
Aftaná skal skipið til Skagen, har skipið skal latast Framherja í Fuglafirði, og síðani fær skipið navnið Fagraberg.
- Vit yvirtaka nýggja Fagraberg í komandi viku, og síðani fer skipið í dokk í Skagen, har onkrar dagføringar skulu gerast, sum hava lítið uppá seg, sigur Anfinnur Olsen, reiðari.
Hann leggur aftrat, at enn er ikki heilt vist júst hvat dato nýggi Fagraberg kemur til Føroya, men tað vita tey nærri í komandi viku.
- Tá ið skipið er komið í dokkina, so skulu vit gera botnsýn og annað fyrifallandi, sum man ger tá ið man keypir skip, so tað er einki óvanligt í hesum, leggur reiðarin aftrat.
Nýggi Fagraberg fær ikki eyðkeundu litirnar hjá Framherja við bragi, men ætlanin er at skifta litin einaferð, sigur Anfinnur Olsen, reiðari.
Nýggi Fagraberg er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í 2018, og er 82 metrar langur og 17,2 metrar breiður.
Serene kostar 250 milliónir krónur.
Skipið hevur ein MAN høvðusmotor við umleið 10.000 hestum.
Serene er ikki útgjørt at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski, og fer tí ikki at fiska lodnu, og tí verður tað Høgaberg, sum kemur at fiska lodnukvotuna hjá Framherja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald