Partrolarin Lerkur, sum Framherji í Fuglafirði letur byggja, verður sjósettur í morgin.
Talan verður um ein trolara til heimaflotan, sum bæði kann frysta veiðuna umborð og køla hana við ísi, umframt at skipið kann fiska sjálvt ella partrola við millum annað Sjúrða Tollaksyni, sum Varðin letur byggja á somu skipasmiðju í løtuni.
Nýggi trolarin hjá Framherja verður 44,10 metrar langur, og 11. 5 metrar breiður. Eins og Sjúrður Tollaksson hjá Varðanum. Trolarin hjá Framherja fær tó somu litir, sum Framherji brúkar til stóru skipini, meðan Sjúrður Tollaksson fær somu litirnir, sum Varðin brúkar til síni skip.
Lerkur kemur í flotan í heyst.
Framkomin skip
Trolararnir eru sera framkomnir og hava allar hugsandi hentleikar umborð. Umframt at skipini eisini eru sera framkomin.
Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.
Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.
Eisini verður møguleiki fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð.
Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.
Framherji og Varðin eiga Faroe Origin í Runavík, og hava tikið skipini úr felagnum. Framherji eigur Bak og Falk, meðan Varðin eigur Heyk og Stelk.
Síðst í 2021 seldi Faroe Origin partrolararnir Rók og Lerk av landinum, og fingu tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.
Í september 2023 kunngjørdi Faroe Origin, at Framherji og Varðin fóru at byggja nýggjar trolarar, sum koma í flotan í 2026.
-
Mynd: Karstensens Shipyard Poland
-
Mynd: Karstensens Shipyard Poland
-
Mynd: Karstensens Shipyard Poland
-
Mynd: Karstensens Shipyard Poland
-
Mynd: Karstensens Shipyard Poland
-
Mynd: Karstensens Shipyard Poland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald