Uttanlands

Nýggi Fagraberg komin til Skagen

Avloysarin hjá Fagraberg er nú komin til Skagen, har Framherji skal yvirtaka skipið fyrsta dagin

Serene, sum skjótt fær navnið Fagraberg og Høgaberg í Skagen (Mynd: Pol M Jensen)

Serene, sum skjótt fær navnið Fagraberg og Høgaberg í Skagen (Mynd: Pol M Jensen)

2026-03-06 16:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Avloysaraskipið hjá Fagraberg, sum hetleningar hava selt til Føroya, er nú komi til Skagen, har skipið skal yvirtakast.

Serene er bygd í 2018, og er 82 metrar long, og 17,20 metrar breið. Skipið lastar umleið 3.000 tons við køling. 

Høgaberg, sum Framherji eisini eigur, liggur eisini við bryggju í Skagen, og tað hevur eydnast Pol M Jensen at taka eina mynd, har man sær bæði skipini saman. 

Høgaberg er við sínum 88 metrum tað longra skipið, men er knappan metur smælri - 16,50 metrar. Tó lastar Høgaberg umleið 400 tons meira enn nýggi Fagraberg. 

Nýggi Fagraberg skal nú í dokkina í Skagen, har ymist skal dagførast og botnsýn gerast, og síðani kemur skipið til Føroya, har tað fær heimstað í Fuglafirði. Nýggi Fagraberg verður ikki málaður eyðkendu litirnar hjá Framherja enn, men ætlanin er at gera hetta seinni.

Framherji hevur keypt Serene fyri 250 milliónir krónur. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder