Trolarin Lerkur, sum Framherji letur byggja, bleiv í dag sjósettur í Pólandi.
Lerkur verður sleipaður til Karstensens Skipbsværft í Skagen um eini 10 dagar, og har skal skipið gerast liðugt.
Lerkur kann bæði partrola, og fiska sjálvur. Trolarin er ein frystitrolari, og øll veiðan verður tikin við til lands.
Nýggi trolarin hjá Framherja kostar 180 milliónur krónur, og er systurskip til Sjúrð Tollaksson, sum Varðin í løtuni letur byggja á somu skipasmiðju.
Sjúrður Tollaksson verður eftir ætlan handaður Varðanum í summar, meðan Lerkur eftir ætlan kemur í flotan seint í ár.
Lerkur og Sjúrður Tollaksson koma í flotan fyri Rók og Lerk, sum Faroe Origin seldi av landinum fyri nøkrum árum síðani. Framherji og Varðin eiga Faroe Origin í Runavík, og hava tikið trý skip hvørt úr felagnum, sum nú bara hugsar um at reka fiskavirkið.
Talan verður um tveir sera framkomnar trolarar, sum leggjast aftrat heimaflotanum seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald