Skrokkurin av Lerki fór fríggjadagin av bakkastokki hjá Karstensens Skibsværft í Póllandi. Skipið verður nú sleipað til Skagen har tað skal gerast liðugt, og væntandi kemur Lerkur í flotan seinni í ár.
Nýggi trolarin hjá Framherja kostar 180 milliónur krónur, og er systurskip til Sjúrð Tollaksson, sum Varðin í løtuni letur byggja á somu skipasmiðju.
Sjúrður Tollaksson verður eftir ætlan handaður Varðanum í summar, meðan Lerkur eftir ætlan kemur í flotan seint í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald