2026-03-10 09:43
Frystilínuskipið Jógvan I kom sunnukvøldið á Kollafjørð, har skipið skuldi landa.
Jógvan I hevur verið til fiskiskap undir Íslandi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevði skipið 270 tons av frystum fiski, har meginparturin av veiðuni var toskur og hýsa.
Tá ið liðugt var at landa, fór Jógvan I at royna undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald