Innanlands

P/f Regn letur byggja framkomið frystilínuskip

Felagið P/f Regn á Toftum hevur undirskrivað sáttmála um eitt nýtt frystilínuskip

2026-03-13 07:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið P/f Regn á Toftum trýr uppá framtíðar útlitini, og hevur gjørt avtalu um at byggja eitt framkomið frystilínuskip.

Tað er norska fyritøkan Sirius Design, sum hevur sniðgivið skipið, sum skal byggjast á Stadyard skipasmiðjuni í Noregi.

Tað skrivar Stadyard skipasmiðjan í tíðindaskrivinum, sum fiskur.fo hevur fingið.

Talan verður um eitt frystilínuskip, sum verður góðar 50 metrar langt og hevur eina frystilast á 650 rúmmetrar. 

Eftir ætlan verður nýggja frystilínuskipið latið eigarunum á summri í 2028.

Avtalan millum reiðarí og skipasmiðju er eitt úrslit av tøttum og góðum samstarvið millum partarnar, skrivar skipasmiðjan í tíðindaskrivinum.

Dentur er lagdur á at nýggja skipið skal vera so grønt sum til ber og manningin skal hava so góðar umstøður umborð sum gjørligt.

Nýggja frystilínuskipið verður útgjørt við allari tí nýggjastu tøknini, sum slík skip hava í dag, og fer eisini at hava dragibrunn, sum ger tað munandi hugaligari hjá manningini at draga línua umborð.

Tað er Framherji í Fuglafirði, sum eigur P/f Regn á Toftum, og við nýggja skipinum tekur reiðaríið enn eitt fet á leiðini, tá ið talan er um endurnýggjan av sínum flota. 

P/f Regn eigur frystilínuskipini Stapan og Jógvan I, sum eru bygd í ávikavist 1989 og 1998.

Sum skilst er ikki greitt enn, um nýggja skipið skal avloysa annað ella bæði skipini, sum P/f Regn eigur í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder