Skrokkurin hjá frystitrolaranum Lerki, sum Framherji letur byggja, verður í Skagen leygardagin.
Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og nú skal skipið gerast liðugt í Skagen, og væntað verður at skipið kemur til Føroya við ársenda í ár.
Nýggi trolarin hjá Framherja kostar 180 milliónur krónur, og er systurskip til Sjúrð Tollaksson, sum Varðin í løtuni letur byggja á somu skipasmiðju.
Lerkur og Sjúrður Tollaksson koma í flotan fyri Rók og Lerk, sum Faroe Origin seldi av landinum fyri nøkrum árum síðani. Framherji og Varðin eiga Faroe Origin í Runavík, og hava tikið trý skip hvørt úr felagnum, sum nú bara hugsar um at reka fiskavirkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald