Innanlands

Fiskavøruútflutningurin vaksin tíggju prosent

Útflutningurin av toski, hýsu, upsa og makreli er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-03-21 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeinum februar 2025 til januar 2026 útfluttu føroyingar fyri 13,6 milliardir krónur.

Fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var 12,8 milliardir - 1,2 milliardir meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar - 10,2 prosent skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av fleiri av týdningarmestu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks 174 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 2,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks 25,1 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað nærum 18 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 474 milliónir krónur - 48 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 12 prosentum. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo er vaksið góð 32 prosent, skrivar Hagstovan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder