- Lønin er stórt sæð tann sama, men eg haldi ikki, eg havi upplivað sama trivnað, samarbeiði, hugna og at manningin er ein eind, sum her umborð.
Í farnu vikuni lá Hav Skandic á Søldarfirði. Tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, og tá hann kom inn í messuna, var filipinski kokkurin í holt við at seta nýbakaðar pannukøkur á borðið. Tá hann var spurdur um pannukøkur vóru filipinskar ella føroyskar svaraði hann brosandi, at tær vóru altjóða.
Menn vóru blíðir og prátið gekk lívliga millum Andras Magnussen, stýrimann, Relly T. Noguera kokk, Lýðar Christiansen, skipari og trúboðaran.
Mitt í prátinum takkaði Relly fyri jólapakkan. Í pakkanum vóru millum annað, ullintar hosur.
Uppá fyrispurning um hann gekk í hosunum, svaraði hann brosandi, at hann hevði givið konuni teir, so hon ikki gekk køld heima.
Hansara pakki og tríggir aðrir vóru frá kvinnum í sjómanskvinnuringinum í Hvalba. Teir takkaðu fyri pakkarnar.
Góður kokkur
Lýðar og Andras lótu sera væl at kokkinum, sum ger góðan mat og er væl hýrdur. Báðir søgdu skemtandi, sum við ein munn, at teir vóru glaðir fyri kokkin, men tað vóru konurnar ikki, tí teir vigaðu meiri og meiri hvørja ferð teir komu í feriu.
Relly hevur siglt sum kokkur í mong ár. Hann byrjaði við filipinskum skipið, men í 2013 fór hann við týskum skipið. Í 2016 fór hann við norskum skipið til hann í 2021 mynstraði við Hav Skandic, hjá Navigare.
Tá hann var spurdur um tað var munur á at sigla við føroyskum skipum í mun til hini skipuni, svaraði hann:
- Ja. Lønin er stórt sæð tann sama, men eg haldi ikki, eg havi upplivað sama trivnað, samarbeiði, hugna og at manningin er ein eind, sum her umborð.
- Føroyingarnir eru fittligir, jaligir, líka til og hóast teir eru yvirmenn, so eru teir ein sjálvsagdur partur av manningini – og ikki “harrar” umborð, hóast teir hava størstu ábyrgdina. Tað gevur trivnað, og hann hevur stóran týdning, segði Relly.
Guds orð varð lisið og bøn biðin, áðrenn trúboðarin takkaði fyri seg.
Hav Skandic skuldi til Norra at lossa, fyri síðani at lasta til Føroyar.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald