Á aðalfundinum verður ársrokniskapurin fyri 2025 lagdur fram. Hann vísir eitt rakstrarúrslit á 888 mió. kr. Hetta er væl minni enn árið fyri, tá rakstrarúrslitið var 1,5 milliardir krónur. Úrslitið eftir skatt fyri 2025 var 524 mió. krónur.
Í ársrokniskapinum sigur leiðslan, at ein tann stórsta styrkin hjá Bakkafrost er tann langa virðisketan, sum umfatar bæði lívfisk, fóður, smolt, góðskumenning og sølu. Leiðslan sigur eisini, at útlitini fyri føroyskan laks er positiv, og tey ætla sær framvegis at menna felagið, so grundarlagið er gott fyri framtíðar lønsemi.
Bakkafrost stendur eisini fyri nevndarbroytingum á komandi aðalfundi 30. apríl. Tað verður skotið upp at velja normannin Henrik Heiberg inn í nevndina. Hann kemur inn fyri Alf-Helge Aarskog.
Nevndarformaður er framvegis Rúni M. Hansen, sum hevur staðið á odda í 17 ár. Hann kom í nevndina í 2009, árið fyri Bakkafrost varð skrásett á keypsskálanum í Oslo, og hevur verið formaður øll árini síðani.
Umframt formannin eru nevndarlimirnir Einar Wathne, Annika Frederiksberg, Teitur Samuelsen, Guðrið Højgaard og væntandi efter aðalfundin eisini Henrik Heiberg.
Bakkafrost er eitt alment skrásett felag við breiðum eigaraskara. Størsti eigarin er norski Folketrygdfonden, sum eigur sløk 9 prosent av partapeninginum. Samtaksleiðslan – Regin Jacobsen, Odd Eliasen og Høgni Dahl Jakobsen – eiga ávikavist 7,8, 0,3 og 0,1 prosent.
Regin Jacobsen, stjóri og Rúni M. Hansen, nevndarformaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald