Nýggi Fagraberg er komin í føroyskan sjógv, og seinnapartin verður skipa fyri móttøku.
Nýggi Fagraberg leggur at undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í dag, og klokkan hálvgum fimm verður móttøka fyri nýggja skipinum.
Reiðaríið bjóða suppu, kaffi og okkurt søtt. Røður verða og hornorkestrið spælur. Seinni ber til at fara umborð.
Nýggi Fagraberg er bygdur í 2018 á Karsensens Skipasmiðjuni og kostar 250 milliónir krónur.
Nýggi Fagraberg avloysir undanfarna Fagraberg, sum Framherji hevur átt seinastu 20 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald