Innanlands

Beinur landar í Fuglafirði

Beinur er komin á Fuglafjørð við 2.400 tonsum av svartkjafti

Beinur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Beinur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-03 16:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Beinur hevur verið á svartkjaftaveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder