2026-04-09 09:03
Danska uppsjóvarskipið Beinur er farið av Fuglafirði aftur, har skipið landaði svartkjaft.
Beinur hevur verið á svartkjaftaveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Talan er um 2.500 tons av svartkjafti, sum bleiv landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald