Innanlands

Gøtunes komin inn við svartkjafti

Gøtunes er komin inn við 1.450 tonsum av svartkjafti

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-09 13:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes er komin inn við 1.450 tonsum av svartkjafti, sum skal landast á Tvøroyri.

Gøtunes fór til fiskiskap náttina til týsdagin, triðja páskadag, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.

Gøtunes hevur verið til fiskiskap sunnanfyri í føroyskum sjógvi hendan túrin. 

Svartkjafturin verður landaður til Varðan Pelagic á Tvøroyri. 

Greinin er dagførd kl.15.15

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder