Innanlands

Norðingur landar í Fuglafirði

Norðingur hevur roynt vestanfyri

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-26 19:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Fuglafjørð í dag, har teir skulu landa.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 2000 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder