Innanlands

Tvey skip landa á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu og Arctic Voyager eru komin inn við 950 og 1.200 tonsum av svartkjafti

Arctic Voyager og Tróndur í Gøtu landa til Varðan Pelagis (Mynd: Alvi Mortensen)

Arctic Voyager og Tróndur í Gøtu landa til Varðan Pelagis (Mynd: Alvi Mortensen)

2026-04-11 14:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Arctic Voyager eru komin á Tvøroyri, har skipini skulu landa.

Tróndur í Gøtu hevur 950 tons, og Arctic Voyager hevur 1.200 tons av svartkjafti, sum skipini hava fiskað sunnanfyri Føroyar. 

Svartkjafturin verður landaður til matna, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder