Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera við at landa skipini, sum koma inn við svartkjafti.
Norðingur hevur landað 1.750 tons av svartkjafti til Havsbrún, og fór aftur til fiskiskap í morgun.
Christian í Grótinum landar í løtuni 3.000 tons av svartkjafti, og fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Fagraberg siglur inn við fyrstu lastini, sum skipið hevur fiskað síðani tað kom í føroyska flotan, og skal landa 2.800 tons til Havsbrún aftaná Christian í Grótinum.
Borgarin er ávegis inn við 2.400 tonsum av svartkjafti, sum eisini skal landast til Havsbrún.
Skipini fiskað øll svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin er góður i løtuni.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald