2026-04-15 19:02
Uppsjóvarskipið Birita er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan, 1.875 tons, verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald