Innanlands

Norskt uppsjóvarskip landar í Fuglafirði

Norska uppsjóvarskipið Nordsjøbas skal landa 1.500 tons av svartkjafti

Nordsjøbas (Savnsmynd: EMS Photo)

Nordsjøbas (Savnsmynd: EMS Photo)

2026-04-16 07:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska uppsjóvarskipið Nordjosbas er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Nordsjøbas hevur verið á svartkjaftaveiðu sunan fyri Føroyar, og fiskiskapurin heuvr verið góður.

Skipið skal landa 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Nordsjøbas byrjaði at landa klokkan seks í morgun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder